Hetta vikuskiftið fer talentbólkurin til stóru innandurakappingina Stórmót IR, sum fer fram í glæsuligu høllini í Laugardalinum í Reykjavík. Kappingingarnar verða bæði leygar- og sunnudagin og okkara ungdómar fara at renna tveir og tríggjar ymiskar teinar. Tey sum fara við eru: Regin Joensen, Hans Jacobsen, Fríði Hammer, Elsa Berg og Dánjal Jákup Niclasen, øll úr Bragdinum.

Talentbólkurin avmyndaður uttanfyri Hotel Ørkin beint eftir at tey komu til Reykjavíkar.
F.v. Hans Jacobsen, Fríði Hammer, Dánjal Jákup Niclasen, Regin Joensen, Guttorm Sørensen og Elsa Berg
Skráin hjá teimum sær soleiðis út:
Leygardagur 23. Januar:
Kl. 14.10 60m Elsa Berg
Kl. 14.40 60m Fríði Hammer
Kl. 15.10 60m Dánjal Jákup Niclasen, Regin Joensen og Hans Jacobsen
Kl. 15.40 800m Dánjal Jákup Niclasen, Regin Joensen og Hans Jacobsen
kl. 16.10 800m Elsa Berg
kl. 16.40 800m Fríði Hammer
Sunnudagur 24. Januar:
kl. 11.00 200m Fríði Hammer
kl. 12.30 200m Elsa Berg
kl. 13.30 400m Dánjal Jákup Niclasen, Regin Joensen og Hans Jacobsen
Okkara ungu úr talentbólkinum verða ikki einsamallir føroyingar í Íslandi. Afturat teimum fara seks rennarar úr Treysti og 11 íðkarar úr Hvirluni at royna seg móti Íslendingunum. Tilsamans eru 756 íðkarar tilmeldaðir í 2.611 startum.
Ferðalagið, sum fer at búgva á Hotel Ørkin, fer avstað fríggjadagin, og tey koma aftur mánadagin. Leiðari á túrinum verður Guttorm Sørensen.
Á leinkjuni niðanfyri ber til at lesa meira um Stórmót ÍR.
http://mot.fri.is/cgi-bin/ibmot/timesedillib1315.htm
Heimasíðan hjá Frjálsíþróttasamband Íslands er: www.fri.is


You must be logged in to post a comment.