Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

3. umfar av vetrarkappingini í Streymnesi og Hvalvík

Leygardagin 30. januar verður 3. umfar av vetrarrennikappingini hjá FÍF, og er tað Bragdið sum verður vertur norðuri í Sundalagnum.

Allir bólkar byrja samstundis, og startskotið gongur av kl. 11.00. Kappast verður í hesum bólkum:

Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -93) – 8,3  km
Veteranar kvinnur og menn (f. 1955-64) – 8,3 km
Menn Superveteranar (f. -1954) – 8,3 km
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1989-93) – 8,3 km
Gentur og dreingir (f. 1994-98) – 3,3 km

Startur og mál er við Margáir í Streymnesi. Runnið verður frá ítróttarhúsinum, gjøgnum Streymnes, eftir niðara vegnum, (Neystavegnum) oman á Oyruna, til Halvíkar, gjøgnum Hvalvík og aftur til Streymnesar. Vaksin, veteranar, superveteranar og unglingar renna teinin tríggjar ferðir; gentur og dreingir eina ferð.

Hóast nógvar kappingar eftir hondini hava verið á hesi rutuni, er hetta bert triðju ferð, at júst hesin teinurin verður runnin. Í fjør var tað Guttorm Sørensen sum vann í kapping við son sín Jan Elmar Sørensen og hjá kvinnum var tað Súsanna Skúlv Sørensen, sum var fyrst. 

Tilmelding fer fram her á síðuni, og skal verða avgreidd innan fríggjakvøldið 29. januar kl. 23.00. Tað verður eisini høvi at melda til frá kl. 10.00 á kappingardegnum. Startnummur verða latin frá kl. 10.00 í ítróttarhúsinum við Margáir. Kostnaðurin er 50 kr. fyri fýra teir elstu bólkarnar og 20 kr. fyri tey yngstu.

Tað verður møguligt at skifta og fara í brúsu í ítróttarhúsinum. Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum umframt at okkurt leskandi verður at fáa á málinum.

Víst verður annars til kappingarregulurnar fyri vetrarkappingina.

Tilmelding liggur klár.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar