Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Nógv vilja renna og ganga fyri Haiti

Til ber framvegis at melda seg til at ganga ella renna fyri at hjálpa teimum neyðstøddu á Haiti saman Reyði Krossi Føroya. Fleiri enn 900 hava melda til í Havn, Vági og Klaksvík.

Øll, sum luttaka leygardagin, eru við í lutakasti um vinningar frá Atlantsflogi, Bakkafrost, BR Leikum, Tryggingarfelagnum Føroyar og kommununum.
Føroya Banki er høvuðsstuðul.

Tað kostar 150 kr fyri vaksin og 50 kr fyri børn at luttaka. Hvørt oyra, sum kemur inn, fer óskert til neyðhjálpararbeiðið á Haiti.

Startnummar heintast:
Í Havn fríggjadagin kl.16-18 og leygardagin kl.10-12.30 í Badmintonhøllini.
Í Klaksvík leygardagin frá kl 12 í KÍ-høllini.
Í Vági leygardagin kl. 12-13.30 í kjallaranum í VB-høllini.
Har ber eisini til at tilmelda fram til ein hálvan tíma undan renningini.

Støðan á Haiti
Altjóða Reyði Krossur hevur framhaldandi stóran tørv á peningi til neyðhjálpararbeiðið á Haiti. Fleiri hundrað starvsfólk og sjálvboðin arbeiða fyri hjálpa teimum mongu, sum mistu hús og heim, tá oyðandi jarðskjálvtin legði stóran part av suðurpartinum av Haiti í oyði hin 12. januar í ár. 1,3 mio fólk gjørdust heimleys, og arbeitt verður framvegis dag og nátt, at fáa øll undir tak, áðrenn regntíðin kemur í apríl/mai. Ótti er fyri, at umfarssóttir av álvara fara at gera um seg, tá regntíðin kemur.

Meldið til her á síðuni!
Les um støðuna á Haiti á www.redcross.fo og www.redcross.org

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar