Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Lutakast á Haitirennning – 247 vann flogferðina

Hygg, um tú hevur vunnið onkran av vinningunum frá Haitirenningini. Renninummar 247 gjørdist hepni vinnarin av gávukorti á 5000 kr frá Atlantsflogi. Drigið varð um høvuðsvinningin ímillum allar rennarar í Tórshavn, Klaksvík og Vági.

Hóast sera illfýsna veðrið, møttu fleiri hundrað til Haitirenningina kring landið. Eftir renningina varð lutakast millum øll seld renninummur. Helst orsakað av veðrinum, vóru ikki øll til staðar, tá drigið varð.

Niðanfyri er talva við øllum vinnarunum í Tórshavn. Umframt høvuðsvinningin eru nakrir vinningar afturat, sum ikki eru heintaðir. Hygg, um tú hevur vunnið, og fekst tú ikki tín vinning á rennibreytini, kanst tú venda tær til Suna Vinther á tlf 283630 og heinta vinningin eftir avtalu hjá Reyða Krossi á Bryggjubakka frá mánadegnum 29. mars. Til mánadagin kanst tú ringa 599909 at fáa vinningin.

Hesi renninummur vunnu í Tórshavn:
Gávukort á 5000 kr frá Atlantsflogi: Nr 247
Laksapakki – 7,5 kilo døgurðapakkar frá Bakkafrost: nr 619, 157, 380, 58
Gávukort á 500 kr frá BR Leikur: nr 227
Stórur legopakki frá BR Leikum: nr 390
Brunateppi og Fyrstihjálpartaska frá Tryggingarfelagnum Føroyar: nr 110, 46, 271 og 167.
Guðrun & Guðrun refleksvestur frá Tryggingarfelagnum Føroyar: nr 127, 304, 365, 315
Havnin – fólk og yrki, (2 bind) Tórshavnar Kommuna: nr 107,172 og 347.
Listabók og Fløga: nr 98 og 8

Undirtøka fyri tiltakinum hevur verið sera góð, og í løtuni verður gjørt upp, hvussu nógvur peningur er komin inn til neyðhjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi á Haiti.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar