Aðalfundurin hjá FÍF verður í ÍSF-húsunum hóskvøldið 22. apríl kl. 18.30. Skrá sambært viðtøkum. Fyri vali standa formaðurin (Heri Ziska) og kassameistarin (Guttorm Sørensen). Heri hevur boðað frá, at hann ikki stillar upp aftur.
Boðast skal frá í minsta lagi 14 dagar undan fundinum, hvør ið stillar upp til nevndarval.
Vegna starvsnevndina
Heri Ziska
formaður

