Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

24. Flaggdagsrenningin og firmakapping

Eins og undanfarin ár fer Bragdið aftur í ár at skipa fyri renning á Flaggdegnum.
Byrjað verður stundisliga við Gl. Apotek kl. 16.00, og er tað beint eftir hugnaliga flaggdagshaldið á Vaglinum í Havn.

Kappingin er fyri børn og vaksin. Gjørt verður vart við, at øll – skjót og minni skjót, ung og eldri – eru vælkomin. Vaksin renna 7,02 km og børn, fødd 1997 – 2003, renna umleið 1,8 km.

Luttøka verður í 8 ymiskum bólkum:

Gentur og dreingir – føðiár frá 1997 – 2003, renna 1,8 km
Kvinnur og menn – føðiár frá 1996 – 1965, renna 7,02 km
Veteranar, kvinnur og menn – føðiár frá 1964 – 1955 , renna 7,02 km
Super veteranar, kvinnur og menn – føðiár 1954 og eldri, renna 7,02 km

Eftir at komið er á mál, fáa allir luttakararnir kakaomjólk og Sopi fra MBM. Stuðlað tiltakið hevur ávíkavist

Høvðusstuðul er Føroya Banki

Aðrir stuðlar eru Trygd, MBM og Føroya Tele.

Vinnandi lið og einstaklingar fáa steyp til ognar. Harumframt verða heiðursmerki latin nr. 1, 2 og 3 í hvørjum bólki.

Firmakapping
Umframt at vera ein kapping fyri einstaklingar er Flaggdagsrenningin eisini ein kapping ímillum virki, stovnar o. t., nevnd firmakapping.

Firmakappingin er skipað á tann hátt, at virkini v.m. kunnu tekna 3 – 5 vaksnar luttakarar á hvørjum liði, ið kappast ímóti hvørjum øðrum. Fleiri lið kunnu luttaka frá hvørjum virki. Menn og kvinnur skulu luttaka á hvør sínum liði. Bert tríggjar tær bestu tíðirnar á hvørjum liði telja við í kappingini.

Tilmelding
Síðsta freist at melda til kappingina er mikudagin tann 22. apríl. Áhugað kunnu tekna seg her á síðuni. Fyrispurningar hesum viðvíkjandi kunnu setast Niels Jákupi Jakobsen, tlf. 317854 / 545194, ella Fríðriki Bláhamar, tlf. 317020 / 214975.
Umráðandi er, at navnið á liðnum verður upplýst í sambandi við tilmeldanina, t.d. “Virki-1”, “Virki-2”, o.s.fr.

Tað verður ikki møguligt at melda seg til á staðnum beint undan kappingini.

Gjalding
Luttøkugjald er kr. 30,- kr. fyri børn, sum eru fødd í 1997 og yngri, og kr. 60,-  fyri øll onnur.
Gjaldast kann við heintan av startnummari ella við at flyta peningin á konto hjá Bragdinum: 6460 166.239.4, og viðmerkja “FLAGGDAGSRENNINGIN”. Minnist til at hava kvittan við tá startnummar verður heintað. Tilmeldingin er ikki galdandi fyrr enn gjalding er farin fram.

Avheintan av startnr.
Startnr. og annað skal heintast í ÍSF-húsinum fríggjadag tann 23. apríl millum kl. 16 – 18.

Vinaliga
Bragdið – Felag fyri frælsan ítrótt

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar