Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Flaggdagsrenningin – seinasta kunning

Tað verða út við 600 luttakarar til renningina í morgin. Enn eru tað tó ikki øll, sum hava avheintað sítt startnr. Tey ið enn ikki hava avheintað sítt startnr. kunnu gera hetta í “Joto-holinum” við Býarbókasavnið frá kl. 14.00 til 15.30. Allarseinast 15.30!! Havið kvittan við, um peningurin er fluttur á konto. Annars kann gjaldast kontant.

Evstamark fyri tilmelding var hóskvøldið, og tað ber tí IKKI til at melda fleiri til kappingina.

Teinurin, sum børnini renna er broyttur, soleiðis at tey renna yvir móti “Nýhavnini” at venda og síðani niðan aftur á málið.

Øll verða biðin um at møta í góðari tíð, soleiðis at byrjast kann stundisliga kl. 1600.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar