Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Enn eitt met til Bjørk

Leygardagin var Bjørk Herup Olsen í kapping í Esbjerg. 1 umfar av donsku liðkappingini í elitudeildini var á skránni, og Bjørk skuldi umboða felag sítt, Helsingør IF, á 5.000 og 1.500 metrum.

Fyri at vinna felagi sínum stig er tað bert sjálv plaseringin, sum er avgerandi. Tíðin hevur fyri so vítt einki at týða. Men tað hevði tað fyri Bjørk, tí umframt eina góða plasering, hevði hon eisini eina ætlan um at bróta 18. min markið á 5.000 m. Tíverri var veðrið ikki nakað sum kundi brúkast til mettíðir. Til tað var tað alt ov nógvur vindur, og tí gjørdist renningin náðileyst taktisk fyri Bjørk.

Eingin vildi taka nakra føring,  og hóast Bjørk eftir fyrsta km (3.30) líkasum støðgaði á og royndi at fáa onkra aðra fram um, var tað eingin sum vildi tað. So hon tók sakina í egnar hendur, og setti fulla ferð á við allari donsku elituni glepsandi eftir hennara tjúkkum.  Soleiðis gekk líka til bara 200 metrar vóru eftir. Men tá vóru eisini bara Simone Glad og Ida Bobach sum framvegis fylgdu við.  Eftir at hava tikið alt stríðið í øllum vindinum., var einki hjá Bjørk at svara aftur við í spurtinum, og gjørdist hon tí nr. 3.  Tíðin rakk akkurát ikki at bróta 18 min markið, men við 18.02.41 var tað so ríkiligt til at seta nýtt føroyskt met. Gamla metið, sum var 18.12.28 átti hon sjálv. Tað setti hon við sínum 5. plássi á oyggjaleikunum á Álandi í fjør. Tríggjar tímar seinni rann hon 1.500 m, og eisini her eydnaðist tað henni at renna eina góða kapping. Bjørk gjørdist nr. 4 við tíðini 4.52.92.

Samanlagt bleiv Helsingør IF nr. 4 av teimu 9 feløgunum.

Øll úrslitini eru her: http://www.esbjerg-am.dk/images/htm/dt2010_resultatliste_kvinder.htm

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar