Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Dómaraskeið um vikuskiftið

Um vikuskiftið verður skipað fyri dómaraskeiði í ÍSF-húsinum í Havn. Tað verða instruktørar frá DAF, sum koma at standa fyri skeiðinum. Tað verða 14 luttakarar og harvið 14 nýggir føroyingar, sum ætla at ogna sær dómaraprógvið í frælsum ítrótti.

Hvirlan, Treysti og Bragdið møta øll við 4 umboðum, meðan kappingarnevndin hevur tvey umboð.

Byrjað verður fríggjadagin kl. 15.00 og hildið á til kl. 22.00 á kvøldið. Leygarmorgunin byrja vit aftur kl. 9.00 og gevast kl. 17.00.

Skeiðsluttakararnir verða bidnir um eisini at hava heit klæðir við, tí ein partur av frálæruni verður á Tórsbreyt. Matur og drekkamuður verður latið av fyrireikarunum.

Vit fara at hava eina frásøgn um dómaraskeiðið í næstu viku.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar