Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Nógvir føroyingar renna maraton í Keypmannahavn

Hvítusunnudag verður árliga Keypmannahavnar Maraton runnið. Luttakaratalið í ár er metstórt við omanfyri 12.000 rennarum . Av hesum eru fleiri føroyingar við. Bæði føroyingar, sum búgva í Danmark, men eisini fleiri, sum  eru farin úr Føroyum at renna.

Vit hava roynt at leita eftir føroyingum á startlistanum, og eru komnir fram á hesar: ( í tilvildarligari raðfylgju)

Ólavur Kjølbro, Høgni Laksafoss, Arni Laksafoss, Árni Jacobsen, Eirikur Hansen, Fríðrikkur Bláhamar, Henry Olsen,  Niels Hansson, Sam Vang, Súni Jacobsen, Johan Havn, Ellef Ellefsen, Heri Ólason Dam, Herluf Jacobsen, Jógvan Páll Joensen, John Weihe, Jón Dahl, Marner Jacobsen, Birgir Sigurðsson, Eyðbjørn Karbec Mouritsen, Róar Akralíð, Kári Holm Johannesen, Óli Jákup Jacobsen, Tummas Joensen, Jóhan V. Gunnarsson, Brian Smedemark, Finngerð Sólbjørg Clark, Eyðfinn Bjarnastein, Martin Ennistein Heinesen, Annelisa Justesen og Lydia Lástein.

Ivaleyst eru onkur nøvn gloppin burtur í millum, men tit eru vælkomin at gera eina viðmerking til greinina, og leggja tykkara navn afturat, um tit eru gloymd.

Nú eru ikki øll nøvnini kend í rennihøpi í Føroyum, so tað er ikki so lætt at siga, hvør fer at standa seg best av føroyingunum. Men nøkur kend andlit eru tó við, og av teimum, sum hava staðið seg heilt væl seinastu árini, verður spennandi at síggja, hvussu langt Sam Vang og Eirikur Hansen røkka upp á úrslitalistanum. Eisini Henry Olsen hevur runnið væl í vetur, men vegna skaða er í skrivandi løtu  ikki vist,  at hann verður við.

FÍF ynskir øllum ein góðan og langan (!) túr og góða eydnu.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar