Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Grand Prix Renningin fyri vaksin byrjar við Føroya Bjór Renningini á Norðoyastevnu

Nú summarstevnurnar standa fyri durum, verður eisini farið undir árligu Grand Prix kappingina hjá teimum vaksnu og 1. umfar verður á Norðoyastevnu í Klaksvík leygardagin 5. juni, har eisini barnarenning verður á skránni.  


Metstór luttøka var til startin seinasta ár hjá teimum vaksnu

Í ár verða sjey umfør. Hinar kappingarnar verða:

1. Norðoyastevna (Klaksvík) leygardagin 5. juni kl. 11.00 – 5 km
2. Sundalagsstevna (Hvalvík) leygardagin 12. juni kl. 11.00 – 11,0 km
3. Eystanstevna (Runavík) týsdagur 22. juni kl. 18.00 – 10 km (samstundis FM)
4. Jóansøka (Vági) leygardagur 26. juni kl. ??.00 – 6 km
5. Fjarðastevna (Vestmanna) leygardagur 3. juli kl. 11.00 – 5 km
6. Vestanstevna (Sørvágur) fríggjadagur 9. juli kl. 18.00 – 7,5 km
7. Ólavsøka (Tórshavn)  týskvøldið 27. juli – 5 km

Gevið gætur: broytingar kunnu koma fyri, men tær verða lýstar her á síðuni í góðari tíð frammanundan. Kunnað verður eisini um hvørt einstakt umfar her á síðuni.

Fyri at telja við í samlaðu kappingini skal hvør luttakari vera við í minst fimm kappingum.

Kappast verður í trimum bólkum hjá monnum og kvinnum. Opin bólkur, veteranar og superveteranar. Hvussu bólkarnir verða flokkaðir sæst undir reglur á forsíðuni. Stigaskipanin, sum vanliga hevur verið nýtt til summar Grand Prixið sæst eisini har, og vert er at bíta merki í, at tað verða  givin 2 bonusstig fyri 6 kappingar og 3 bonusstig afturat, um luttakari hevur verið við í øllum sjey kappingunum.

Renningin á Norðoyastevnu byrjar kl. 11.00. Teinurin er 5 km, og er á somu rutu, sum hann hevur verið seinnu árini. Tá tey vaksnu er liðug byrjar barnarenningin. Tilmelding er løgd klár á tilmeldingarsíðuni, og skal hetta verða avgreitt fríggjakvøldið kl. 22.00. Kostnaðurin er kr. 50  fyri vaksin og kr. 20 fyri børn. Við tilmelding á staðnum verða lagdar kr. 20 omaná kostnaðin.

Meira er at lesa á www.treysti.fo

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar