Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Renning á Jóanssøku: Grand Prix 4 fyri vaksin og barnarenning

Leygardagin kl. 13.00 verður 4. umfar av Grand Prix fyri vaksin runnið suðuri í Vági á Jóanssøku. Eins og  í 2006 og 2008 verður kappast runt Vatnið. 5 umfør á 1200 metrar ella íalt 6 kilometrar skulu rennast.

Kappast verður í vanligu bólkunum:

  • Menn f. 1900-1994
  • Kvinnur f. 1894-1994
  • Menn Veteranar f. 1955-1964
  • Kvinnur Veteranar f. 1894-1964
  • Menn superveteranar f. 1900-1954

 Umleið kl. 13.30, ella beint eftir renningina hjá teimum vaksnu, byrjar barnarenningin við vanligu aldursflokkingini. Skráin fyri barnarenningina er hendan:

  • Gentur og dreingir f. 2003 og seinni renna 500 metrar
  • Gentur og dreingir f. 2000-2002 renna 600 metrar
  • Gentur og dreingir f. 1997-1999 renna 1200 metrar (eitt umfar runt Vatnið)
  • Gentur og dreingir f. 1993-1996 renna 1200 metrar (eitt umfar runt Vatnið)

Meldað verður til her á síðuni (verður klárt mikudagin) ella á staðnum frá kl. 12.30. Møtt verður við Vatnið/VB-høllina, har startnummur skulu avheintast. Møguligt verður at skifta í VB-høllini.

Heiðursmerki verða til trý tey fremstu hjá bæði vaksnum og børnum.

Kostnaðurin fyri luttøku er kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar