Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Sam og Bjørk føroyameistarar á 10 km

Í allarfagrasta veðri bleiv 3. umfar í Grand Prix og FM 10 km avgreitt í Runavík í gjár kl. 18.30. Næstan fjøruti luttakarar høvdu boðað frá luttøku frammanundan. Hjá monnunum var tað skjótt greitt, at kappingin um heiðursmerkini fór at verða millum Sam Vang, Hallur Holm og Eirik Joensen allir úr Bragdið.

 
Hallur, Eirikur og Sam nærkast her 8 km

Teir fylgdust mestsum allan vegin og øktu munin aftur til kappingarneytarnar. Endin varð at Sam bleiv fyrstur á mál við tíðini 34.54 min. frammanfyri Hallur við 34.59 min. og Eirik við 35.05 min. Á næstu plássunum komu Súni (37.09), Jóhan M. (37.18) og Hjalti Gunnarstein (37.28) . Hann vann samstundis kappingina fyri veteranar frammanfyri John Egholm (38.04) og Herluf Jacobsen (43.48). Hjá superveteranunum stóð rættiliga leingi á jøvnum millum Óla Olsen og Jens R. Weihe, men móti endanum vann Óli ein tryggan sigur við 41.08 min. frammanfyri Jens við 41.34 min. og Gunnar Simonsen við 44.10 min.

    
Hjalti Gunnarstein                                 John Egholm                                         Óli Olsen
 
36.16 til Bjørk !
Hjá kvinnunum var ongin ivi. Bjørk Herup Olsen var suveren og vann við sera, sera góðu tíðini 36.16 min. Tillukku til Bjørk við góðu tíðini og eisini tillukku við studentarhúgvuni. Á næstu plássunum komu Rebekka Fuglø við 45.47 min. og Astrid Joensen við 46.35 min.

  
Bjørk Herup Olsen

Hjá kvinnuveteranunum var tað enn einaferð Ella Áarstein í vann. Tíðin hjá henni bleiv 47.13 min. Nummar tvey bleiv Karin K. Petersen við 51.57 min.

 
Ella Áarstein

Úrslitini eru .pdf her: 3.GP og FM 10km-2010

Myndir, sum Gutti og Andreas hava tikið, av renningini eru at finna HER

Næsta umfar í Grand Prix verður á Jóansøku í Vági leygardagin 26. juni kl. 13.00

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar