Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Ólavsøkurenningin 2010 – 27. juli

Ólavsøkurenningin 2010

Týsdagin 27. juli kl. 18.00 skipar Bragdið fyri rennikappingum á Skálatrøð í Havn. Kappast verður í ymsum bólkum hjá bæði vaksnum og børnum. Start og mál í øllum kappingunum er á Skálatrøð.

Byrjað verður kl. 18.00, tá vaksin renna 5 km. Runnið verður nakrar ferðir runt á Skálatrøð og út á Bakka. Rutan er tann sama sum í 2009!

Spenningurin er eisini stórur, tí hetta er seinasta umfarð av Grand Prix  kappingini hjá teimum vaksnu, og verður kappingin avgjørd á Ólavsøku.

Øll tey vaksnu byrja í senn, og verður kappast í trimum aldursbólkum: vaksin fødd í 1994 og eldri,  vaksin fødd í 1964 og eldri (veteranar), og vaksin fødd 1954 og eldri (superveteranar). Hetta er samstundis síðsta umfar av Grand Prix kappingini.

Børnini byrja at renna kl. 18.30 tá gentur og dreingir – 7 ár (f. 2003 og eldri) renna einaferð runt, t. e. 600m. Síðani renna gentur og dreingir – 10 ár (f. 2000-2002) sama tein.

Tey størru børnini renna 2 ferðir  runt, t. e. 1200 m. Kappast verður í hesum bólkum: gentur og dreingir – 13 ár (f. 1997-1999) og gentur og dreingir – 17 ár (f. 1993-1996).

Nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkunum fáa heiðursmerki.

Tilmelding kann bert gerast á www.renn.fo og startnr. skulu heintast uttan fyri handilin hjá  P/F Lutzens Timburhandli kl. 17:00-18:00. Luttøkugjald kr. 50,00 fyri vaksin og kr. 30,00 fyri børn skal gjaldast í sambandi við avheintan av startnr.  Tilmeldingarfreistin er úti mánadagin tann 26. juli.

Skrá:

17:00 Heintan av startnummari á Skálatrøð ( Lutzens Timburhandli)

18.00 Vaksin (fødd í 1994 og eldri) renna    5 km

18.30 Børn – kappast í hesi raðfylgju:

Børn – 7 ár (f. 2003 og eldri)            renna 600m
Børn – 10 ár (f. 2000-2002)            renna 600m
Børn – 13 ár (f. 1997-1999)            renna 1200m
Børn – 17 ár (f. 1993-1996)            renna 1200m

19.30    Heiðursmerkjahandan nr.1, 2 og 3 í FM GrandPrix kappingini fáa steyp til ognar.

Høvðusstuðul: FøroyaBanki og Trygd.

Stuðla tiltakinum hava: MBM – INN – FøroyaBjór

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar