Niðast á síðuni eru allir startlistarnir til kappingarnar. Á teimum sæst hvør er við í hvørjari kapping. Í rennigreinunum sæst eisini í hvørjum riðili og á hvørji geil hvør einstakur íðkari skal vera á. Eisini er ein listi við øllum luttakarunum. Á honum sæst eisini luttakaranummarið hjá hvørjum einstøkum.
Í tíðarætlanini er eisini tíðarfest, nær tær ymsu heiðursmerkjahandanirnar verða. Gott hevði tí verðið, um tey, ið gerast nr. 1,2 og 3 halda eyga við hesum.
Kappingarnevndin hevur í riðlabýtinum styrkimett luttakararnar út frá teirra úrslitum í ár. Teir, ið ikki hava kappast fyrr, eru býttir tilvildarliga í millum riðlarnar. Á 100 metrum og 200 metrum hjá monnum verða tað báðir riðlavinnararnir umframt 4 tær bestu tíðirnar, sum koma í finaluna. Í finaluni verður besta tíðin á geil 3, síðani geil 4,2,5,1 og 6.
Í hæddarlopi verður byrjunarhæddin hjá monnum 140 cm. Hækkað verður við 5 cm upp til 165 cm. Síðani verður hækkað við 3 cm. Byrjunarhæddin hjá kvinnum er 115 cm. Hækkað verður við 5 cm upp til 130 cm. Síðani verður hækkað við 3 cm.
Í kappingini á 110 m hekkurenning hjá monnum, er eitt avboð komið, soleiðis at innleiðandi umfør ikki verða runnin. Í staðin verður beinleiðis finala kl. 14.05.
Startnummur skulu avheintast í amboðs-skúrinum millum kl. 13.15 og 13.45. Tað er umráðandi at hetta verður avgreitt til tíðina, so at kappingarnar ikki verða seinkaðar.
Dómarar og hjálparfólk verða biðin um at møta í góðari tíð. Dómararnir eiga at syrgja fyri, at alt er klárt, soleiðis at byrjast kann til ásettu tíðina.
Væl møtt øll somul!
Startlistar FM Vaksin 2010 leygardag

