Úrslit FM vaksin 2010 sunnudagur
Myndir, sum Bjørg Svabo hevur tikið, eru at finna á heimasíðuni hjá Hvirluni og leinkjan er her.

Rógvi Højgaard vann spjótkast hjá monnum við 55,78 metrum í sínum fyrsta kasti

Bjørk Herup Olsen royndi seg í 3.000m forðarenning og setti føroyskt met við 11.28,38 min.

Øssur Debes Eiriksfoss vann spennandi hæddarlopskappingina við 1.74 m

Rúni Seloy, sum royndi seg í 3.000 forðarenning fyri fyrstu ferð, vann við 10.42,14 min.

Randi Kúrberg vann kúlustoyt hjá kvinnum við 7,60m

Rói Holgarsson (448) vann tryggan sigur á 200m við 23,83 sekundum

Guttorm Sørensen vann 1.500m við 4.39,43 min.

