Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Top Run verður leygardagin

Leygardagin 28. august kl. 15.00 verður árliga kappingin Top Run, sum  MIF skipar fyri, skotin í gongd. Byrjað verður (75 metrar omanfyri vatnskorpuna) við Effo í Kollfjarðadali, og so verður runnið í mótbrekku allar teir 9,8 kilometrarnar niðan á Sornfelli. Málið er á 680 metra hædd.

Ein drekkistøð verður aftaná 6,1 km. Eisini er væta umframt frukt og sukurláta at fáa á málinum. Kilometurmerki eru sett upp fyri hvønn km á rutuni. Annars er eisini hæddarprofilur og kort av rutuni at finna á heimasíðuni hjá MIF. www.mif.fo Skiftiklæðir verða koyrd frá Effo niðan á máli, og luttakararnir verða eisini koyrdir oman aftur eftir lokna kapping.

Kappingin, sum er ókeypis, er býtt sundur í fýra bólkar: Kvinnur 0-39 ár, kvinnur 40-99 ár, menn 0-39 ár og menn 40-99 ár. Legg merki til, at aldurin á sjálvum rennidegnum er galdandi. Trý tey fremstu í hvørjum bólki fáa heiðursmerki, men eisini verður heiðursbræv skrivað til allar luttakararnar, sum gjøgnumføra.

Tað ber til at melda til á staðnum millum 13.3o og 14.30, men fyrireikarunum dámar best, um meldað verður til umvegis heimasíðu teirra www.mif.fo ella við at senda sms á tlf 21 05 73, og har upplýsa fornavn, eftirnavn, bý/bygd, bólk og møguligt felag. Seinasta freist at gera hetta er fríggjakvøldið 27. august kl. 20.00.

Meira kunning, tilmeldin og gomul úrslit eru at finna á www.mif.fo

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar