Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Hvirlan skipar fyri opnari kapping á Tórsbreyt leygardagin

Hetta kappingarárið hevur Hvirlan regluliga skipað fyri opnum kappingum á Tórsbreyt. Seinasta kapping í røðini verður leygardagin 4. september kl. 10.00. Kappast verður í diskoskasti, hæddarlopi og trístøkki.

Vegleiðandi skrá: (BERT vegleiðandi, tí farið verður frá grein til grein, so hvørt tær eru lidnar)

  • 10.00 Diskoskast
  • 10.45 Hæddarlop
  • 11.30 Trístøkk

Meldast skal til við at senda teldupost til hvirlan@hvirlan.fo og upplýsa navn, føðiár, felag, greinar og  møguliga ársbesta ella persónligt met. Kostnaðurin fyri luttøku er kr. 50,-

Øll eru vælkomin!

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar