Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Úrslit frá VK-2 í Havn í dag

Her eru úrslitini frá VK-2 í Havn í dag. Kavin náddi at fara vekk í gjár, so líkindini at renna vóru bara av teimum heilt góðu hjá teimum yvir 60 rennarunum. Tað var eitt fitt lot og sindur kalt, men bilti kortini ikki. Fyrst skuldu rennast 2½ runda á Tórsbreyt áðrenn rutan gekk frá Tórsbreyt og oman eftir Ringvegnum, Hvítanesvegnum, Skræddaragøtu og niðan undir Svartafoss og aftur framvið Tórsbreyt. Hendan sera fjølbroytta rundan skuldi rennast 4 ferðir, og gav tað ein samlaðan tein uppá umleið 10,6 kilometrar.


Frá startinum á Tórsbreyt í morgun, tá teir yvir 60 rennararnir spenna avstað

Hjá monnunum var tað enn einaferð Sam Vang úr Bragdið í gjørdist fyrstur á mál. Aftur hesuferð var tað frammanfyri Guttorm Sørensen úr Treysti, Henry Olsen úr Bragdið og Borgar Biskopstø úr Treysti á næstu plássunum. Tað varð beinanvegin greitt at kappingin um fremstu plássini fór at enda millum hesar fýra, tí longu á fyrsta umfari vóru teir longu væl frammanfyri teir næstu. Á næstu rundu byrjaði Sam at gera síni temposkift, serliga í undanbrekkuni, og tá mistu hinir nakað til Sam, sum helt leiðsluna einsamallur á mál. Vinnaratíðin hjá honum bleiv 39,50 min. Guttorm á øðrumplássi fekk 40,12 min. og Henry á triðjaplássið fekk 40,25 min. og Borgar 40,29 min.


Sam Vang kemur á mál

 Hjá kvinnunum var eisini sami vinnari, sum runt Agnið, nemliga Rebekka Fuglø úr Treysti, sum vann ein tryggan sigur við 48,43 min. frammanfyri Bragdakvinnurnar Borgny M. Nielsen við 51,40 min. og Gunnhild Helmsdal við 54,22 min.


Rebekka á veg út á seinasta umfar

Úrslit VK-2 í Havn 11. des 2010

Samlaða støðan eftir 2 umfør er HER.

Myndir, sum Jóannes N. Poulsen tók, eru at finna HER.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar