Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Nýggjárshálvmaraton verður leygardagin 15. januar!

Í morgin (15. januar) verður nýggjárshálvmaraton, sum skuldi vera seinasta vikuskifti, avgreitt. Gott 40 luttakarar høvdu boðað frá luttøku. Vónandi liggur fyri hjá teimum flestu at luttaka, hóast vit vórðu noydd at flyta kappingina vegna nógva kavan. Um enn veðurlíkindini ikki verða perfekt í morgin, sær kortini út til at blíva heilt hampulig líkindi at renna. Nøkrum supertíðum skulu vit kanska ikki rokna við, nú hann kemur lágur.


Av teimum tilmeldaðu, munnu hesir báðir saman við Regini Zachariasen verða størstu favorittarnir til sigurin.
(f.v. Henry Olsen og Jonhard Larsen. Myndin lænt frá Treysti – Jóhannis Poulsen)

So hóast eitt sindur av mótvindi, eiga vit at ugga okkum við, at heitt bað verður at fáa í Ítróttarhøllini í Runavík. Og enn hugnaligariverður, um vit eisini seta eina løtu av, so vit kunnu njóta vafflur og kaffi í Sjócafé’ini í Runavík frá kl. 13.00. Her fara vit so eisini at handa heiðursmerkini í teimum ymisku bólkunum.

Kappingin byrjar kl. 11.00. Tey, ið enn ikki hava meldað til, hava tó framvegis møguleika at gera hetta ein hálvan tíma undan startinum. Møtt verður við grótbrotið á Funningsfjarðarvegnum, haðani eisini starturin er. Tað verða bilar, sum koyra taskur og yvirklæði á málið.

Vælkomin til ársins fyrstu rennikapping!

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar