Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

7 talent til stóra kapping í Malmø

Seinnapartin fríggjadagin fóru 7 ungdómar og 2 leiðarar hjá FÍF av landinum. Eitt sindur av fjáltri kom á ferðalagið eftir innskrivingina. Tí tá frættist, at flogfarið tey skuldu við, ikki fekk sett seg, men fór beina leið til Egilsstaðir. Løtu seinni lendi tó flogfarið úr Reykjavík, og við tí slapst so avstað, úti við hálvan annan tíma seinni enn ætlað.

Kappingin í Malmø nevnist Pallas Spelen. Hetta er ein innandurakapping, sum Pallas IK í Malmø hevur skipað fyri í nøkur ár. Kappingin hevur vaksið seg størri og størri, og hetta vikuskiftið verða umleið 3.000 startir íalt hjá børnum, ungum og vaksnum. Tey ungu hava vant dúgliga í vetur, so spennandi verður at síggja hvussu tey fara at klára seg í fyrstu altjóða uppgávuni í ár.

  
Trygvi Laksafoss, Marnar Djurhuus og Regin Joensen

  
Rebekka Fuglø, Elsa Berg og Sára Debesardóttir

  
Hans Jacobsen og leiðararnir Hallur Holm og Guttorm Sørensen

Kappingarnar hjá okkum leygardagin verða hesar:

  • kl. 12.55 Trygvi Laksafoss – 60 metrar
  • kl. 16.15 Regin Joensen og Marnar Djurhuus – 1.500 metrar, Dreingir
  • kl. 16.30 Rebekka Fuglø – 1.500 metrar
  • kl. 18.05 Hans Jacobsen – 400 metrar
  • kl. 20.35 Elsa Berg – 200 metrar
  • kl. 21.30 Sára Debesardóttir – 200 metrar

Kappingarnar sunnudagin verða hesar:

  • kl. 09.00 Trygvi Laksafoss – longdarlop
  • kl. 11.50 Sára Debesardóttir – 60 metrar
  • kl. 12.15 Elsa Berg og Rebekka Fuglø – 800 metrar
  • kl. 13.20 Hans Jacobsen, Regin Joensen og Trygvi Laksafoss – 200 metrar
  • kl. 16.00 Marnar Djurhuus – 800 metrar

Vit fara við dagslok báðar dagarnar at royna at hava eina frásøgn og øll úrslitini her á síðuni.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar