Í farnu viku skrivaði Bragdið undir nýggjar stuðulsavtalur við Trygd og Bank Nordic. Sostatt gerast Trygd og Bank Nordic høvuðsstuðlar hjá Bragdinum í 2011 og 2012.

Fríðrikur Bláhamar er formaður í Bragdinum.
Við gott og væl 300 limum, kann Bragdið roknast sum eitt av stóru ítróttarfeløgunum í landinum, og at tað kostar at reka eitt ítróttarfelag er einki dulsmál. Nú ungdómsdeildin er nógv vaksin eftir at Tórsbreyt varð tikin í nýtslu, kemur tað serliga væl við hjá Bragdinum at fáa hesa avtaluna uppá pláss, soleiðis at dagliga arbeiðið kann leggjast í fasta legu.
Bragdið hevði eisini aðalfund í seinastu viku. Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali, og vórðu teir allir afturvaldir. Nevndin er tí framvegis soleiðis mannað: Fríðrikkur Bláhamar, formaður, Anna Maria Seloy, næstformaður, Niels Jákup Jakobsen, kassameistari, Michael Feldballe, limarøktari, Árna Fjallstein, nevndarlimur og Robert Vilhelmsen, tiltakslimur.
Lesið meira um stuðulsavtaluna og aðalfundin á www.bragdid.fo

