Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Talentbólkurin til Klaksvíkar

Seinnapartin fríggjadagin fer talentbólkurin á venjingarlegu í Klaksvík. Hetta er fjórðu ferð hendan veturin, at bólkurin verður savnaður. Hesuferð fara vit at búgva í Skótahúsunum, har vit eisini húsaðust einaferð seinasta vetur. Venjingarnar verða tríggjar í tali, og talan verður um spennandi øðrvísi og alternativar venjingar, har spurtarar, rennarar, leyparar og kastarar fyri tað mesta venja saman.

Umframt vanliga góða lagið og venjingarhugan, skulu luttakararnir eisini hava soviposa, heit klæði og góðar/heitar skógvar/stivlar við. Madrassur eru í skótahúsunum. Tilmelding og leypandi kunning á facebook-bólkinum “Talenbólkurin 2010/11”.

Meldið til/frá í góðari tíð. Ikki gera einki 😉


Felagsmynd av talenbólkinum tikin í Haraldssundi í november. Myndatøka: Gutti.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar