Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Várkappingin VK5 verður leygardagin

Leygardagin 26. mars kl. 11.00 skipar Roysnið fyri 5. og seinasta umfari av Vetrarkappingini 2010/2011 í Runavík. Talan er um árligu sonevndu Várkappingina.

Allir bólkarnir byrja samstundis. Bólkarnir eru:
-Kvinnur/menn opin bólkur – 10 km (f. -1994)
-Kvinnur veteranar/Menn veteranar – 10 km (f. 1956-65)
-Menn superveteranar – 10 km (f. -1955)
-Kvinnuunglingar/Mansunglingar – 10 km (f. 1990-1994)
-Gentur/Dreingir – 5 km (f. 1995-1999)

Rutan
Eins og undanfarin ár verður byrjað omanfyri Litaval. Runnið verður úteftir til Sjómansheimið, har sneitt verður oman á keiina. Síðan verður runnið inn eftir Gulasteinsvegi og niðan á vegin áraka Føroya Banka, har sneitt verður úteftir aftur. Henda leið skal rennast góðar 9 ferðir. Seinastu ferð koma rennararnir á mál við Sjómansheimið. Tey ungu renna eftir somu rutu, men byrja beint niðanfyri tey vaksnu, og koma á mál sama stað sum tey.

Kort Runavik
Á kortinum sæst rutan í Runavík.

Tilmelding fer fram á her á síðuni innan fríggjakvøldið 25. mars á miðnátt.

Luttakararnir verða bidnir um at møta við Sjómansheimið hálvan tíma áðrenn start og avheinta startnummar. Luttøkugjaldið er sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar