Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Góð úrslit á Tórsbreyt

Í farnu viku høvdu bæði Bragdið og Hvirlan opnar kappingar á Tórsbreyt. Hóskvøldið skipaði Bragdið fyri kappingum á 60, 100, 200, 800 metrum og longdarlopi, og sunnudagin skipaði Hvirlan fyri kapping í diskoskasti og spjótkasti.

Beint áðrenn kappingin byrjaði hóskvøldið, snaraði hann í ein eystan og spurtararnir fingu vindin beint í móti. Kortini eydnaðist Róa Holgarsson at koma heilt nær við úttøkukravið til oyggjaleikirnar, sum er 23.49. Hondtikna tíðin hjá Róa var 23,5. Av tí at myrkrið so smátt tók valdið á ljósinum, kundi elektriska tíðtøkuskipanin tíverri ikki brúkast til teir seinastu spurtirnar. Vónandi fær Rói ein møguleika afturat at klípa teir seinastu 1/100 sek.

Sunnudagin vóru tað serliga tveir spjótkastarar, sum vístu styrki. Marita Petersen og Hanus Bergsson kláraðu bæði at kasta longri enn nýggja A-kravið, sum er sett, nú tey eru farin ein aldursflokk upp. Bæði settu tey persónlig met, men serliga var tað Hanus, sum hóast hann nú kastar við 700 gr spjóti, kortini kastaði væl longur enn hann áður hevur gjørt. Úrslitið hjá Hanusi var 46,83 metrar, ella umleið 3 metrar longri enn tá hann í fjør kastaði við 600 gr spjóti! Úrslitið hjá Maritu var 25,36 metrar. Sostatt fingu vit nýggj bólkamet hjá D17 og G13!

Annars eru øll úrslitini at síggja á www.bragdid.fo og www.hvirlan.fo

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar