Her eru úrslitini av 25. Flaggdagsrenningini. Vinnarar hjá monnum og kvinnum blivu Marnar Djurhuus og Rebekka Fuglø úr Treysti. Hjá veteranunum blivu tað Ella Áarstein úr Treysti og Henry Olsen úr Bragdið í vunnu. Fremstu superveteranar blivu hjá monnum Óli Olsen og hjá kvinnum Jóngerð Herup Olsen, sum bæði umboða Bragdið. Hjá gentunum bleiv Katarina Høj úr Bragdið vinnari, meðan Julian Gregersen úr Treysti vann dreingjabólkin.

Startskotið er júst latið av og 25. Flaggdagsrenningin er sett í gongd
Øll úrslitini eru at finna í .pdf her aftanfyri: 25. Flaggdagsrenning
Myndir, sum Jógvan K. Glerfoss hevur tikið, eru at finna í savninum hjá Bragdið: Myndir 25. Flaggdagsrenning

