Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Grand Prix fyri børn og ung byrjar mánadagin 23. mei!

Mánadagin 23. mei byrjar vælumtókta Grand Prix-serian, sum FÍF saman við feløgunun skipar fyri. Tað verður Bragdið, sum kemur at standa fyri fyrstu kappingini. Kappingargreinarnar verða hesar:

  • gentur 8-9 ár: 600 metrar og bóltkast
  • dreingir 8-9 ár: 600 metrar og bóltkast
  • gentur 10-11 ár: 600 metrar og bóltkast
  • dreingir 10-11 ár: 600 metrar og bóltkast
  • gentur 12-13 ár: 600 metrar og spjótkast
  • dreingir 12-13 ár. 600 metrar og spjótkast
  • gentur 14-15 ár: 100 metrar, hæddarlop og spjótkast
  • dreingir 14-15 ár: 100 metrar, hæddarlop og spjótkast
  • gentur 16-17 ár: 100 metrar, hæddarlop og spjótkast
  • dreingir 16-17 ár: 100 metrar, hæddarlop og spjótkast
  • gentur 18-19 ár: 100 metrar, hædddarlop og spjótkast
  • dreingir 18-19 ár: 100 metrar, hæddarlop og spjótkast

Kappingin byrjar kl. 18.30 stundisliga á Tórsbreyt.


Sera spennandi var í yngsta bólkinum í fjør. Hendan myndin er frá 1. umfari 27. mei.

Kappingin verður skipað eftir sama leisti sum í fjør, við smávegis broytingum. Tað verða aftur í ár 5 umfør, har hvør bólkur kappast í antin tveimum ella trimum kappingum hvørja ferð, soleiðis at tá alt er liðugt, hava øll kappast í trimum spurtgreinum, trimum miðteinum, trimum lopgreinum og trimum kastigreinum. Samlaður vinnari skal finnast í øllum 12 aldursbólkunum í teimum 4 høvuðsgreinunum.

Hetta er opin kapping, har øll, ið hava hug, kunnu luttaka. Tó er tað soleiðis, at fyri at fáa stig, og verða við í samlaðu kappingini, skal man umboða eitt av feløgunum. Kappingin er ókeypis.

Tilmeldingin fer fram her á síðuni, og skal verða avgreidd í seinasta lagi fríggjakvøldið kl.22. Minnist til at gera eina tilmelding fyri hvørja kappingargrein!

Tað verður IKKI møguligt at melda til aftaná!!

Tíðarætlan og meira kunning kemur her á síðuna áðrenn kappingina. 

Meldast kann til undir “tilmelding” á forsíðuni!

 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar