Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Nevndin heldur fram óbroytt

Í gjárkvøldið var ársaðalfundirin hjá FÍF hildin í ÍSF-húsinum.

Næstformaðurin Niels Jákup Jakobsen varð sum vant valdur til orðstýrara. Hann staðfesti, at fundurin var lógliga lýstur. Fyrsta mál í skránni var formansfrágreiðingin. Hon kann lesast í fullum líki.

Síðani legði kassameistarin fram grannskoðaðan rokniskap. Hesin vísti eitt lítið pluss í rakstrinum og eina rímiliga fíggjarstøðu.

Síðani var nevndarval. Niels Jákup Jakobsen og Jonhard Larsen, sum stóðu fyri vali, høvdu báðir játta at taka eitt tørn afturat. Tá eingin bjóðaði teimum av, vórðu teir afturvaldir við lógvabrestum. Síðani vóru tiltakslimirnir valdir. 1. tiltakslimur gjørdist Randi Kúrberg, og 2. tiltakslimur gjørdist Sunniva Bjarnastein. Nevndarlimirnir eru valdir í tvey ár, og tiltakslimirnir í eitt ár.

Síðan var ein lítil kaffistøðgur áðrenn farið varð til ymiskt. Sum so vóru eingi ítøkilig mál á skrá undir ymiskt. Tað mest ítøkiliga var prátið um hvussu vit menna smærru feløgini. Eisini blivu tankar um ein landsdyst millum Føroyar, Hetland og Orknoyggjarnar luftaðir. Eisini fingu vit gott prát um nógv ymisk viðkomandi viðurskiftir.

Øll formansfrágreiðinin er at finna í .pdf her aftanfyri: Formansfrágreiðing 2011

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar