Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Úrslit 1.umfar Grand Prix. Føroyskt met og myndir!

Vit fingu eitt gott kvøld á Tórsbreyt mánakvøldið, tá Bragdið á fyrimyndarligan hátt skipaði fyri 1. umfari av Grand Prix fyri børn og ung.

Og vit fingu eisini eitt føroyskt met!  Tað var 16 ára gamla metið hjá Helgu Mikkelsen (130 cm) sum Elsa Berg tók, tá hon kom upp um 140 cm. Hetta var eitt sindur óvæntað, tí Elsa er ikki so von at leypa hæddarlop. Anna Kristensen kom eisini hægri enn gamla metið. Hon leyp 135 cm.

Her eru øll úrslitini:

GPBU 2011-1 Úrslit

Og her er ein myndarøð. Myndirnar eru læntar frá Bragdinum/Absalon Hansen


Trygvi “Fast and Furious” Laksafoss ikki til at støðga.


Rói Holgarsson er framvegis spurtkongurin yvir øllum. 11.70 rann hann mánakvøldið!!


Marita K. Petersen sendir spjótið út á heilar 26 metrar!

 


Anna, Elsa og Jonna spenna avstað á 100 metrum.


Rúni Jacobsen eitt klovið kettuhár framman fyri Regin Gullarm Joensen. Aftanfyri sæst Bjarni K. Petersen


H71’arin Elisabet Holm Simonsen vann bóltkast!


Dreingir 10-11 ár klárir á 600 m startinum.


Maria Biskopstø er í serflokki – spennandi framtíð bíðar!


Oddvør “Fasten Seatbelts” Josephsen vann 600 m og Elisabet Holm Simonsen varð nr. 2. Tær vísa sera høgt støði, og komu báðar undir 2 minuttir!!


Katarina Høj, Sára Debesardóttir og Karin Holm Simonsen rinda møðina eftir eina sera flotta kapprenning á 600 metrum!


Hanus Bergsson kastaði spjótið niðan í rundkoyringina – ella næstan 😉


Julian Gregersen og Tórur Mortensen kláraðu báðir B-kravið til talentbólkin!


Dánjal Jákup Niclasen flýgur upp um yvirleggjaran. Hann gjørdist nr. 2

Myndir læntar frá Bragdinum/Absalon Hansen

 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar