Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Úrslit Grand Prix Børn og Ung á Tórsbreyt í kvøld

Tey komu mannsterk úr Klaksvík í gjárkvøldið. Treystafólkini. Bæði íðkarar og fyriskiparar. Tí tað var nevnliga Treysti, sum var fyriskipari av hesi næstu kappingini av Grand Prix fyri Børn og Ung.

Og væl lá fyri hjá teimum. Fyri fyrstu ferð vóru kappingarøkini sperrað av, soleiðis at einans tey sum kappast sluppu fram at kappingarøkjunum kring longdarlopsgrøvina og kastiøkið til kúlustoyt. Tað virkaði bara heilt væl. Og so var eisini gleðiligt, at allar kappingarnar byrjaðu stundisliga.

Heili 86 børn, ung og vaksin høvdu meldað til kappingarnar, so sæð var við spenningini til kvøldið. Hetta var eitt kvøld við nógvum spurtum. Heilir 18 spurtstartir skuldu avgreiðast. Eisini var trongligt um sandkassan, tí umleið 50 høvdu meldað til longdarlopskappingarnar. Harafturat var eisini kapping í kúlustoyti hjá teimum ungu.

3. umfar av Grand Prix fyri Børn og Ung verður á Tórsbreyt 30. juni. Bragdið skipar fyri.


Føroyska svarið uppá Billy the Kid. Altíð róligi Niels Jákup Jakobsen hevur sent nógvar spurtarar avstað!


Jú jú. Útgerðin er sanniliga í lagi!


Tað gongur við tann spentar ál! Og sera javnar vóru tær. Her er tað riðil 2 gentur 8-9 ár.


Hetta var fyrsta kapping, har bólkurn +20 ár luttók. Her eru feðgarnir Heini og Einar Gregersen í gulum, saman við Steingrími Hallsson, sum greiddi A-kravið til talentbólkin á 1.000 metrum.


Umleið 150 lop blivu lopin hetta kvøldið. Her er tað Hilbert Johannesen úr Bragdinum, sum roynir seg.

Myndirnar læntar frá Jógvani Glerfoss, Bragdið.

Tekstur: Hallur

Her eru úrslitini frá 2. umfari í Grand Prix fyri børn og ung, sum Treysti skipaði fyri á Tórsbreyt í kvøld.

Úrslit 2.GPBU 2011

Myndir, sum Jógvan K. Glerfoss hevur tikið, eru at finna í myndasavninum hjá Bragdið við at trýsta á leinkjuna aftanfyri her: Myndir

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar