Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Jóansøkurenningin – Grand Prix 4 og barnarenning

Leygarmorgunin klokkan 11.00 verður startskotið til 4. umfar av Grand Prix fyri vaksin latið av á Tvøroyri. Tað er endurstovnaða felagið í Suðuroy – Hvistan, sum saman við FÍF skipar fyri. Sum vanligt verður eisini barnarenning við vanligu aldursflokkingini runnin aftaná.

Møtt verður í Tvøroyrar Skúla, har startnummur kunnu avheintast frá kl. 10.00. Her verður eisini møguleiki fyri umklæðing og brúsubaði eftir lokna kapping.

Smyril verður ikki á Tvøroyri fyrr enn kl. 12.00, so tey, ið ætla til Suðuroyar at renna, mugu suður fríggjakvøld. Ikki ber til at flyta renningina til kl. 13.00, tí so verður hátíðarliga  skrúðgongan órógvað. Vónandi verða nakrir rennarar norðani frá, sum kortini taka undir við renningini hjá Hvistuni. Vitijið heimasíðun hjá Hvistuni, har meira kann lesast: http://www.hvistan.webs.com/


Tær seinastu Jóansøkurnar í Vági hevur verið runnið runt Vatnið. Í ár verður Grand Prix renning á Tvøroyri. Hendan myndin er frá startinum í fjør.

Tilmeldingin er ikki klár enn, men kann væntast klár mánakvøldið.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar