Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Grand Prix 3 Børn og Ung á Tórsbreyt 30. juni

Nú er klárt at melda til Grand Prix 3 fyri børn og ung, sum verður á Tórsbreyt 30. juni. Tað verður Bragdið, sum kemur at avgreiða kappingina. Hesaferð verður tað serliga í sandgrøvini, at mesti aktiviteturin fer fram, tí allir bólkar skulu loypa antin longdarlop ella trístøkk. Kappingargreinarnar verða hesar:

  • Gentur og dreingir 8-9 ár: 60 m, 400 m og longdarlop
  • Gentur og dreingir 10-11 ár: 60 m, 800 m og longdarlop
  • Gentur og dreingir 12-13 ár: 800 m, diskoskast og trístøkk
  • Gentur og dreingir 14-15 ár: Diskoskast og trístøkk
  • Gentur og dreingir 16-17  ár: Diskoskast og trístøkk
  • Gentur og dreingir 18-19 ár: Diskoskast og trístøkk
  • Menn +20 og Kvinnur +20: Diskoskast og trístøkk

Seinasta freist at melda til er sunnukvøldið kl. 21.00.


Sandgrøvin verður avgerandi partur av kappingunum hóskvøldið. Sandur er ikki bara fyri smábørn. Her eru nøkur størri børn, ið njóta tey deiligu sandkornini meðan GP2  fór fram. F.v.: Jan B, Tinna, Marita, Edna Maria, Emilia og Heidi

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar