Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Bjørk togaði fyrsta heiðursmerkið í hús!

Oyggjaleikirnir á Isle of Wight eru nú byrjaðir, og fyrsta kappingin var á 1/2 maraton, har okkara Bjørk Herup Olsen eisini var við. Bjørk hevur fyrireikað seg væl til oyggjaleikirnar, og hóast hon ongantíð hevur runnið 1/2 maraton áður, hevur hon tó allatíðina hildið seg kunna blanda seg í heiðursmerkjastríðið. Og tað var eisini ætlanin í dag. Ferðin í byrjanini var sera høg. Silvurvinnarin  frá í fjør, Turi Malme, og ein oyl-debutantur av Álandi, Johanna Kahlroth løgdu sera bragdliga fyri, meðan Jo Gorrod av Jersey royndi at fylgja teimum. Bjørk royndi eisini at fylgja teimum eina løtu, men kendi seg heldur tunga, og  valdi ti tíðliga heldur at finna eina hóskandi ferð. Sera skilagott, tá eisini verður hugsað um, at hetta var nógv tann longsta kapprenningin, hon enn hevði roynt.

Teinurin var eitt sindur av hvørjum. Byrjað varð á breytini, síðani tvey smá umfør á uml 2 km kring stadionøkið, inn aftur á breytina, og  síðani tvey størri umfør, við býarrenning og eisini eftir einari asfaltgøtu í einari skóg. Tá Bjørk fór út á seinna av størru umførunum, lá hon á 4. plássi, 1.06 aftanfyri Jo Gorrod á triðja og uml. 1.20 eftir báðar tær fremstu. Í hølunum á henni komu eisini aðrar fýra stunandi. So tað vóru 8 harðir kilometrar við trimum drúgvum brekkum, sum skuldu knógvast á seinasta umfarinum.

Av teimum sum eltu, var tað bert ein av Isle of Man, sum nú fylgdi við. Hon hevði á fyrra umfarinum víst góða styrki í brekkunum, men fyrstu stóru brekkuna á seinna umfarinum nærkaðist hon einki serligt, og ovast á brekkuni kundi staðfestast, at Bjørk nú hevði tikið seg 12 sekund fram á Jo Gorrod á 3. plássi. Nú var undanbrekka eina løtu, og tað sá nógv ljósari út. Í undanbrekkuni og einari lítlari javnari mótbrekku nærkaðist hon eitt sindur afturat, men enn var langt í millum og styttri á mál.

Tá tær so dreyga til vinstru niðan móti skógini, koma tær í eina sera bratta brekku á einar 200 metrar. Hesa brekkuna vann Bjørk uppaftur 10 sekund, og nú so tað veruliga út til at kunna eydnast við bronsuni, hóast bert góðir 3 km vóru á mál og framvegis 42 sekund á muni. Men tað var týðuligt, at Jo Gorrod var við at gerast troytt nú, og hevði mist nógva ferð. Aftur í seinastu brekkuni át Bjørk eina rúgvu av sekundum, og nú var hon komin so nær, at hon sá hana mest sum alla tíðina. Beint áðrenn 20 km merkið kom Bjørk fram á Gorrod. Við fullari ferð streyk hon framvið henni, og hugdi ikki aftur, fyrr enn hon í stórum stíli og við nýggjum føroyskum meti rann um málstrikuna á Fareway Sportcenter. Tíðin hjá Bjørk gjørdist 1.24.35, og er tað 12 sekund skjótari enn gamla metið hjá Rigmor N. Arge.

Fyrsta oyggjaleikaheiðursmerkið hjá Bjørk var veruleiki. Og tað var eisini ein sera glað Bjørk, sum vit sóu aftaná kappingina. Hon hevur í fleiri ár arbeitt hart móti hesum góða úrslitinum.

Hjartaliga tillukku  við bronsumerkinum, Bjørk!!


Turi Malme, Johanna Kahlroth og Bjørk Herup Olsen við heiðursmerkjunum

 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar