Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Rebekka vísir framvegis stóra framgongd

Tað vóru 11 kvinnur við í 1.500 metra renningini í kvøld. Millum teirra var Rebekka Fuglø, sum hevur ment seg nógv á hesum teininum seinasta hálva árið. Um menningin var nóg stór til at hon kundi kalla seg heiðursmerkja-aspirant var tó heldur ivasamt. Eftir at venjari hennara, Guttorm Sørensen, hevði kannað hinar luttakararnar út í æsir, metti hann at hetta fór at gerast ein sera jøvn kapping, við sterkum rennarum, tó uttan nakran avgjørdan gull-favoritt.


Tær runnu sera tættar teir fyrstu 1.100 metrarnar og tá var Rebekka væl við

Tað sást eisini beinanvegin, at rennararnir høvdu virðing fyri hvørjum øðrum. Tað var eingin sum tordi at seta ferð á. Rebekka lá á halanum allan vegin í tætta feltinum, sum rann eitt sindur undir 3.20 tempo fyrstu umførini. Ikki fyrr enn á 1.000 metrum  mátti fyrsta kvinnan sleppa. Tá var tíðin uml. 3.16, og enn var feltið tætt samlað. So fara tær út á seinasta umfarið og ferðin økist alsamt. Men framvegis vildi ikki skrædna, og framvegis hekk Rebbekka við á halanum. Og soleiðis fór alt feltið stunandi í einari langari rekkju á málið. Rebekka endaði á 9. plássi, sum ikki ljóðar av so nógvum. Men bert fimm sekund vóru fram til gullheiðursmerkið og tíðina hjá sær hevði hon eisini betrað við heili 5 sekundum. Tíðin hjá henni gjørdist 4.44,15.


Rebekka rennir her seinastu metrarnar á veg til nýtt persónliga met, sum nú er 4.44,15 min.

Rebekka setti sum 13 ára gomul føroyskt met á 1.500 metrum, tá hon rann 5.10 min í Gøtuborg. Síðani hevur Bjørk Herup Olsen betrað tað nakrar ferðir, so tað í dag er 4.37, 83. Fyri hálvum ári síðani var besta tíðin hjá Rebekku annars 5.05 min, so sigast má, at nú er veruliga glið komið á aftur hjá henni. Spennandi verður tí at síggja, hvussu tað fer at ganga, tá hon mikumorgunin fer at renna innleiðandi umfar á 800 metrum.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar