Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Grand Prix 4 Børn og Ung á Svangaskarði 2. august!

Týsdagin 2. august verður 4. umfar av Grand Prix fyri børn og ung avgreitt á Svangaskarði. Tilmeldingin hevur ligið klár nakrar dagar nú, og seinasta freist at tekna seg er fríggjakvøldið – ólavsøkukvøld – kl. 21.00. Tað verður eingin tilmelding eftir hetta.

Kappast verður í hesum bólkum og greinum:

  • Gentur og dreingir 8-9 ár: 60 metrar og kúlustoyt
  • Gentur og dreingir 10-11 ár: 200 metrar og kúlustoyt
  • Gentur og dreingir 12-13 ár: 200 metrar og kúlustoyt
  • Gentur og dreingir 14-15 ár: 800 metrar,  og longdarlop
  • Gentur og dreingir 16-17 ár: 800 metrar, og longdarop
  • Gentur og dreingir 18-19 ár: 800 metrar, og longdarlop
  • Kvinnur og menn +20 ár: 800 metrar, og longdarlop

Startnummur verða latin samlað til ábyrgdarpersón í hvørjum felagið sær. Tey, ið ikki eru limir í nøkrum felagi, kunnu avheinta startnummur kl. 17.45.

Tíðarætlan og startlistar verða kunngjørdir her á síðuni antin mána- ella týsdagin.


Nógvir skrappir fýrar vóru á Svangaskari í fjør. Her er tað f.v. Gwenael, Regin, Rúni og Marnar.


Eisini nógvar skrappar damur á Svangaskarði í fjør: F.v. Rebekka, Bjørk, Dagmar, Anita og Elsa.


Longdarlop verður aftur  á skránni í ár.

Tað verður eingin fótbóltsdystur í ár, meðan kappingin fer fram 😉

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar