Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

FM Ung 20. og 21. august. Tilmeldingin klár!

Leygardagin 20. august kl. 10-14 og sunnudagin 21. august kl. 13-17, verður skipað fyri Føroyameistaraskapi fyri ung á Tórsbreyt.  Aftur í ár verður kappingin hildin bæði leygar- og sunnudag. Sum nakað nýtt verður í ár, eins og hjá teimum vaksnu, skipað fyri boðrenningum í teimum ymisku aldursbólkunum. Kappingargreinarnar verða hesar:

Gentur og dreingir 8-9 ár (2002-03): 60m, 400m, longdarlop, bóltkast og kúlustoyt
Gentur og dreingir 10-11 ár (2000-01): 60m, 300m, 600m, longdarlop, bóltkast og kúlustoyt
Gentur og dreingir 12-13 ár (1998-99): 80m, 300m, 600m, longdarlop, hæddarlop, kúlustoyt og spjótkast
Gentur og dreingir 14-15 ár (1996-97): 100m, 300m, 800m, longdarlop, hæddarlop, kúlustoyt og spjótkast
Gentur og dreingir 16-17 ár (1994-95): 100m, 400m, 800m, longdarlop, trístøkk, klingrukast og sleggjuvarp
Gentur og dreingir 18-19 ár (1992-93): 100m, 400m, 800m, longdarlop, trístøkk, klingrukast og sleggjuvarp

Meiri kunning um boðrenningarnar kemur seinni.

Byrjað verður leygarmorgunin kl. 10.00 og hildið á til umleið kl. 14.00. Sunnudagin kl. 13.00 herja vit á aftur og gevast góðar fýra tímar seinni umleið kl. 17.00.

Tilmeldingarfreistin er úti á midnátt týskvøldið 16. august. Tað eru bert limir í feløgunum, sum hava rætt at vera við. Tað er tó møguligt at tekna seg sum lim í felagi í sambandi við hesa kappingina.

Kostnaðurin fyri at vera við er 50 kr. Og tá er líkamikið hvussu nógvum greinum, kappast verður í. Rokning verður send til felagið, sum íðkarin umboðar.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar