Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Renning á Ovastevnu í Nólsoy

Tíðindaskriv:

Í samband við Ovastevnuna verður skipað fyri renning í Nólsoy fríggjadagin 12.08.2011. Yngru børnini renna styttri teinar í bygdini; elstu børnini og tey vaksnu renna uml. 1500 m, úr bygdini niðan á Oyggjarmúla.

Teinurin niðan á Oyggjarmúla hevur verið runnin í meira enn 30 ár, serliga av kappróðrarfólki. Tíðin, tað tekur at renna teinin, svarar rættiliga væl til tíðina, tað tekur at rógva 2000 metra teinin hjá einum 10 mannafari, og vilja fleiri Nólsoyingar verða við, at  Oyggjarmúlarenningin var ein av orsøkunum til nógvu góðu úrslituni, sum 10 mannafarið Nólsoyingur hevur fingið.

Runnið verður av Træðbrúgv, og skráin er:

Kl. 17.00:    Børn fødd 1994-1997.
Kl. 17.00:    Vaksin  – opin bólkur (fødd 1993 ella fyrr)
Kl. 17.00:    Veteranar ( føddir 1966 ella fyrr)

renna niðan á Oyggjarmúla (uml. 1500m).

Kl. 17.05:    Børn fødd 2004 ella seinni: 380m
Kl. 17.10:    Børn fødd 2001 – 2003: 380m
Kl. 17.15:    Børn fødd 1998-2000: 760m
Kl. 17.45:    Heiðursmerki verða handað á Træðbrúgv.

 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar