Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Fólkaheilsurenningin Gakk & Renn 2011 verður 2.-4. september

Gakk & Renn er eitt afturvendandi  rørslutiltak sum Tórshavnar Kommuna, Bragdið og SMS skipa fyri í felag. Gakk & Renn verður í ár dagarnar 2.-4. september. Sjálv Heilsurenningin verður sunnudagin 4. september kl. 13:00 uttanfyri SMS. 

Gakk & Renn er fyri øll

Heilsurenningin er ikki bert fyri ítróttarfólk. Endamálið við heilsurenningini er ikki at kappast, men at geva øllum – yngri sum eldri – eitt gott høvi at røra seg. Tað er sjálvsagt púrasta upp til tey luttakandi, um tey renna ella ganga teinin. Tað sum umræður er at vera við. 

Fjølbroytt skrá verður lýst seinri. 

Kostnaður fyri renningina: Børn til og við 14 ár er 20 kr., 15 ár og eldri 50 kr.

Børnini renna 2,2 km og tey vaksnu 5,5 km.

 Meldið til her á síðuni innan 1. september.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar