Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Hvirlan fyriskipar Virkisleikir 10. september

 

Tíðindaskriv frá Hvirluni:

So eru smáar tríggjar vikur eftir til triðja útgávan av Virkisleikum fer av bakkastokki á Tórsbreyt. Fyrstu ferð vóru tað seks virki sum royndu seg, meðan tað vóru trý í 2010. Tilmeldingarnar higartil tíða uppá at tað verður luttakaramet í ár.

 

Meir um tiltakið sæst her(http://www.hvirlan.fo/?page_id=681). Seinasta freist at melda til er hósdagin 8. sept. Vant verður á Tórsbreyt mánadagar kl. 18.15-uml. 19.30 fram til leikirnar. Eftir upphiting verður vant spjótkast eina løtu, áðrenn farið verður til longdarlop. At enda verður sprint vant. Um fleiri møta, ið hava hug at royna seg á venjing, ið er miðað móti mílini, so verður eisini skipað fyri slíkari venjing. Øll, sum hava meldað til, eru vælkomin at luttaka til venjingarnar. Tað er ikki neyðugt at melda til venjing, har er bara at møta upp.

 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar