Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Skráin fyri Vetrarkappingina 2011/2012

Nú eru kappingarnar í Vetrarkappingini 2011/2012 dagfestar. Byrjað verður sum vant við kappingini Runt Agnið á Toftum tann 12. november og endað verður við Várkappingini í Runavík tann 24. mars. Einasta broyting í kappingunum er, at FM í crossrenning verður ein partur av Vetrarkappingini í staðin fyri umfarið, sum hevur verið í Steymnesi. Kappingarnar verða sostatt hesar:

1. 12. nov. 2011 – Runt Agnið (Toftir) 10,5 km
2. 10. des. 2011 – Tórshavn 12 km
3. 04. feb. 2012 – FM Cross (Tórshavn) 6-8 km
4. 25. feb. 2012 – Hvannasund 10 km
5. 24. mar. 2012 – Várkappingin (Runavík) 10 km

Eftir ætlan so fara allar kappingarnar at byrja kl. 11.00. Stigatalvan og aldursbólkar verða eins og undanfarin ár, og eru bólkarnir:

-Kvinnur / menn opin bólkur (f. -1995)
-Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1957-1966)
-Menn Superveteranar (f. 1956 ella fyrr)
-Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1991-1995)
-Gentur / Dreingir (f. 1996-2000)

Kunnað verður nærri her á síðuni undan hvørjum einstøkum umfari. Tilmelding, sum longu er klár, fer eisini fram her á síðuni.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar