Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Útsetta VK2 er flutt til leygardagin 14. januar kl 12.00!

Tað var av fagrasta veðri leygardagin 3. desember, tá annað umfar av Vetrarkappingini skuldi renast í Havn. Tíverri bar tó ikki til at renna kapp hendan dagin vegna nógva kavan/ísin/kræpan/ – ja har var eitt sindur av hvørjum. Kappingarnevndin hevur flutt kappingina til 14. januar kl. 12.00. 

GEVIÐ GÆTUR, at nýggj tilmelding er løgd út, og skulu øll tí melda til av nýggjum. Seinastu mongu kappingarnar hava verið leygarmorgnar kl. 11.00, men fyri at suðuroyingar eisini kunnu renna við uttan at liggja nátt í Havn, verður kappingin leygardagin kl. 12.00. Annars er alt óbroytt.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar