Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Venjaraskeið 7-10 ár

Aftur í ár fer FÍF at skipa fyri venjaraskeiði. Í fjør høvdu vit tvey vikuskifti við svenskum instruktørum, sum leiddu okkum gjøgnum skeiðið fyri venjing við 14-17 ára gomlum. Hesaferð snýr skeiðið seg um venjing fyri 7-10 ára gomul. Skeiðið er  liður í svensku venjaraútbúgvingini innan frælsan ítrótt. FÍF ætlar at fyriskipa hesi trý grundskeiðini (7-10 ár, 11-13 ár og 14-17 ár) við jøvnum millumbilum, ella so hvørt tørvur er á tí. Skeiðið er tí bæði fyri tey, ið ikki hava verið við fyrr og eisini fyri tey, ið vóru á skeiðinum 14-17 ár í fjør.

Leygardagarnir 3. mars og 31. mars eru settir av til skeiðið, sum báðar dagarnar verður frá 9.00 – 17.00. Tað verða føroyskir instruktørar, sum fara at leiða skeiðið. Heri Ziska og Randi Kúrberg fingu í fjør prógv frá svenska sambandinum sum instruktørar í hesum nýggja og broytta skeiðinum til tey yngstu, og nú fara tey longu á øðrum sinni at koyra skeiðið, sum tey eisini hava havt fyri ungum Hvirluvenjarum í fjør heyst.

Tað verður ókeypis at luttaka.


Hendan myndin vard tikin eftir venjaraskeidid í fjør. Fr.f.v.: Heri, Randi, Eyðdis, Jógvan, Elsa, Ellinor, Søren.
Miðr.: Svend Åge, Hallur, Jonhard, Heini. Standandi: Hans, Tummas Napoleon, Trygvi, Debes, Regin, Marnar, Rúni. Aftast: Gutti, Kim, Daniel.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar