Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Aftur eitt føroyskt met til Bjørk

At Bjørk Herup Olsen er í góðum formi fyri tíðina, munnu flestu renniáhugað hava fatað eftirhondini. Tí tað fer næstan ikki vikuskifti fram við, uttan at okkurt met er fallið fyri hennara hond.

Leygardagin var hon við í kapping í Princeton, New Jersey, nevnd Larry Ellis Memorial, har hon rann 5.000 metrar. Fyrr í ár hevur Bjørk runnið 17.12 min innandura, og Bjørk hevði sett nøsina upp móti at koma enn longur niður. Hetta eydnaðist tó ikki, men kortini gjørdist úrslitið so gott, at tað rakk til nýtt føroyskt met við trimum sekundum. Gamla metið átti hon sjálv, og var tá frá oyggjaleikunum seinasta summar, tá hon rann 17.40 min. Tíðin leygardagin og nýggja metið er nú 17.37,04!

FÍF ynskir Bjørk tillukku við metinum.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar