Frælsur Ítróttur Føroya 29.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Frá aðalfundinum

Bert umboð fyri tey trý stóru feløgini, Treysti, Hvirlan og Bragdið, vóru umboðað tá  FÍF seinasta hósdag hevði aðalfundin í ÍSF-húsinum. Undan dagsskránni var Jarvin F. Hansen frá ÍSF komin at greiða frá nýggju skrásetingarskipanini, sum hevur til endamáls at útvega neyv hagtøl fyri føroyskan ítrótt, tí sum nú er, er í veruleikanum eingin vitan, um t.d. hvussu nógvir føroyingar eru skipaðir í ítróttarfeløgunum. Hendan framløgan vardi ein lítlan tíma, og kl. 20.00 varð aðalfundurin settur.  Niels Jákup Jakobsen var, sum siður er, valdur til orðstýrara, og kundi hann staðfesta, at fundurin var rætt og rættstundis lýstur. Síðani fekk formaðurin orðið og greiddi frá virkseminum farna árið. Nøkur evni vórðu tikin upp av fundinum aftaná. Formansins frágreiðing kann lesast aðrastaðni her á síðuni. Guttorm Sørensen legði síðani roknskapin fram, og varð hann góðkendur av aðalfundinum.

Síðani var nevndarval á skránni. Formaðurin, Hallur Holm, og nevndarlimirnir Guttorm Sørensen og Heini Hátún stóðu fyri vali. Hesir tóku allir við afturvali, og tá eingin annar stillaði upp, vórðu teir allir klappaðir til tvey ár afturat í nevndini. Nýggir eykalimir skuldu veljast. Anna Maria Seloy varð vald fyrsti tiltakslimur, og Pól Sundskarð annar tiltakslimur. So varð farið til ymiskt, har tvey mál vórðu viðgjørd. Siðiligi fundurin varð slitin kl. 21.45

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar