Frælsur Ítróttur Føroya 29.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Jens Weihe vann Keypmannahavnar Maraton!!

Sum vit skrivaðu hin dagin, hava nógvir føroyingar verið í Keypmannahavn og runnið maraton sunnudagin. Nógvir runnu upp til sítt besta og meira afturat, meðan onnur høvdu tað eitt sindur trupult í sólini og hitanum. Av øllum føroyingunum var tað ein gamal kenningur úr svimjiheiminum, sum fekk bestu tíðina. Høgni T. Hansen ’71, sum vann gull í bringusvimjing á oyggjaleikunum í Føroyum, rann sera væl og  javnt, og kom á mál sum nr. 79 av øllum monnunum, og nr. 14 í bólkinum 40-44 ár. Tíðin var 2.55.07. Føroyski methahaldarin Absalon Hansen ’59, rann eisini eina góða kapping. Hann kom á mál við 3.04.12 og gjørdist nr. 15 í bólkinum 50-54 ár.

Men besta úrslitinum av øllum teimum føroysku stóð Jens Weihe, ’47, Frælsi fyri. Hann gjørdi ikki mætari enn at vinna sín aldursbólk 65-69 ár! 65 ára gamli Jens hevði eina miðalferð uppá 12,3 km/t og endaði við 3.26.33 tímar.  Jens vann bólkin framman fyri umleið 90 aðrar í hesum bólkinum. Hjartaliga tillukku við sigrinum, Jens!


Eisini úti í heimi vísir Jens “Lyn” Weihe sínar dygdir. Sunnudagin vann hann sín bólk í Keypmannahavnar maraton, og er hann ivaleyst fyrsti føroyingur sum hevur gjørt tað.

Umframt sigurin hjá Jensi, fekk ein føroyingur eisini eitt annaðpláss. Tað var okkara fremsta kvinna, Valborg Heinesen, sum var komin úr Pólandi at renna. Eisini hon rann javnt og væl allan vegin, og endaði við 3.17.04. Og sanniliga um tað ikki eydnaðist henni at gerast nummar tvey í bólkinum kvinnur 24-29 ár! Samlað gjørdist hon nummar  37 av øllum kvinnunum!

 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar