Leygardagin er norðoyastevnurenningin á skránni. Og norðoyastevnurenningin hevur í nøkur ár eisini verið startskotið til Grand Prix kappingina, sum hevur verið til flestu summarstevnurnar. Fyri nøkrum árum síðani varð givist við at hava Grand Prix kappingina fyri børn. Tíðin var tá búgvin at flyta frælsa ítróttin inn á breytina, og Grand Prix fyri børn er tí nú bara inni á breytini. Men barnarenningarnar á stevnunum hava tó hildið fram sum vanligt.
Í fjør vóru sjey Grand Prix stevnurenningar. Fyri at telja við í samlaða roknskapinum, skuldi hvør luttakari hava verið við í minst fimm kappingum. Bonus-stig vórðu latin til tey, ið runnu seks og sjey umfør. Kappingarnar hvør sær vóru bæði væl vitjaðar og eisini væleydnaðar. Men tað er eitt sindur ivasamt hvussu íðin fólk vóru eftir at samla sær stig til at vinna samlaðu kappingina. Gaman í. Onkur legði nógv fyri og fór á jóansøku í speedbáti at skora nøkur bílig stig, men um vit hyggja at stóru myndini var áhugin kanska ikki so stórur.
Fýra kvinnur, harav tvær veteranar, komu ígjøgnum kappingina, meðan 14 menn, harav tveir veteranar og tveir superveteranar, komu allan vegin á mál. Á aðalfundi FÍF’s varð umrøtt, hvørt tað loysti seg at skipa fyri Grand Prix stevnurenningum fyri vaksin í ár. Um hugurin er til staðar. Niðurstøðan var, at hetta skal vera upp til rennararnar. So tit eru vælkomin – undir viðmerkingum til hesa greinina – at siga tykkara hugsan. Um tit hava hug at savna stig, ella tað er líka mikið. Tit eru eisini vælkomin at siga tykkara hugsan við undirritaða ella við Guttorm leygardagin. Tí er áhugi og grundarlag fyri kappingini, verður hon sjálvandi gjøgnumførd.

Tað var ikki ætlanin, at øll skuldu rúmast á sigurspallinum samstundis. Er hetta tekin um líkasælu viðv. stevnu-Grand Prix? Ella er áhugin enn millum kvinnur og menn at savna sær stig saman gjøgnum summarstevnurnar?
Kanska varð ov nógv kravt í fjør? Sjey stevnurenningar, har kravt varð at luttaka í fimm. Kanska skal tað talið vera lægri. Í øllum førum var semja á aðalfundinum, at stevnurenningarnar bert verða fyriskipaðar, har lokalar kreftir taka initiativið til at skipa fyri. Í skrivandi stund vita vit tí enn bert um kappingar á norðoyastevnu, eystanstevnu, jóansøku, vestanstevnu og á ólavsøku.
Men sigið tykkara hugsan í viðmerkingum til hesa greinina. Ella sigið tað við Guttorm ella undirritaða leygardagin í Klaksvík.

