Frælsur Ítróttur Føroya 29.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Stevnurenning í Kollafirði leygardagin – hittast við bygdarhúsið

Í sambandi við Sundalagsstevnuna í Kollafirði um vikuskiftið, fara kollfirðingar at skipa fyri stevnurenning fyri børn og vaksin leygardagin kl. 11.00. Kappast verður í teimum vanligu aldursbólkunum, sum vit kenna frá hinum stevnunum, og sum vanligt verða eisini heiðursmerki latin til trý tey fremstu í hvørjum aldursbólki. Bólkarnir eru hesir:

  • gentur og dreingir -7 ár (f. – 2005) 300 m
  • gentur og dreingir -10 ár (f. 2002 – 2004) 600 m
  • gentur og dreingir -13 ár (f. 1999 – 2002) 800 m
  • gentur og dreingir – 17 ár (f. 1996 – 1998) 800 m
  • menn og kvinnur opin bólkur (f. – 1996) 8 km
  • menn veteranar (f. 1957 – 1966) 8 km
  • kvinnur veteranar (f. – 1966) 8 km
  • menn superveteranar (f. – 1956)

Renningin byrjar sum sagt kl. 11.00. Tað verða tey vaksnu, sum leggja fyri. Barnarenningin verður beint aftaná, ella umleið 11.50. Heiðursmerkjahandan verður kl. 12.30. Tilmelding og avheintan av startnummurum verður í bygdarhúsinum  frá kl. 10.00. Prísurin er sum vanligt 50 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri børn. Gevið gætur, at eingin tilmelding er á netinum. Bygdarhúsið stendur nakað innanfyri bátahylin, og har er eisini skilabest at sleppa sær av við bilin.

startur-kolla
Undirtøkan hevur altíð verið góð í Kollafirði. Hetta er frá startinum í 2009, tá Andrias Hansen ráddi fyri borgum. Hendan dagin var hann tó illa fyri, og Sam Vang fór avstað við sigrinum hjá monnunum.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar