Frælsur Ítróttur Føroya 29.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Hvirlan og Bragdið í skrúðgongu

Ólavsøkuskrúðgongan er siðbundin partur av hátíðarligu setanini av tjóðarhátíð okkara. Tað eru tey mongu ítróttarfeløgini við limum tess, sum eru við í hesari skrúðgongu, har eisini tey bæði feløgini fyri frælsan ítrótt í Suðurstreymoy, Hvirlan og Bragdið, eru við. Bæði feløgini heita á limir sínar at møta upp og at vera partur av hesi hátíðarligu løtu. Røtt ítróttarfólk við sonnum ítróttarhjarta eiga at vera partur av skrúðgonguni.

Hetta er eisini eitt gott høvi, hjá feløgunum at vísa sítt andlit, og sítt flagg. Frá FÍF skal tí eisini ljóða ein áheitan á frælsu ítróttarfólkini um at møta upp og ganga skrúðgongum við sínum felagi. Møtt verður í kommunuskúlagarðinum leygardagin kl. 13.30.

Skrúðgonga á ólavsøku – “Kom við!” :-)
Hvirlan í ólavsøkuskrúðgongu í fjør


Bragdið var eisini væl umboðað í fjør. Her eru tey avmyndað í Grasagarði eftir setanina.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar