Frælsur Ítróttur Føroya 29.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

FM Ung – nú við skósølu

 

Hevur tú píkaskógvar tú ikki longur passar, sum bara samla støv og taka pláss? Ella keypti tú einar dýrar kappingarskógvar, sum kortini vístu seg at vera ov lítlir? Hevur tú okkurt feilkeyp liggjandi? Vuksu børnini úr renniskónum áðrenn tey náddu at slíta teir? Stutt sagt, liggur tú innivið onkrum skóm, ið kunnu nýtast til frælsan ítrótt, sum tú vilt av við, so tak teir við til FM-Ung.

 Allir skógvar sum eru í góðum standi eruvælkomnir. Vit seta ein lepa á við tínum navni og fartelefonnr. Prísin seta tit sjálvi. So kom á skósølu á Tórsbreyt meðan FM-Ung er 25. og 26.august. Kanska kann onkur brúka okkurt hjá tær? Kanska kannst tú brúka okkurt hjá hinum? Skógvarnir kunnu liggja í skósøluni báðar dagarnar, men um teir ikki verða seldir, so mást tú minnast til at taka teir við tær aftur tá tú fert, ella koma eftir teimum seinast sunnudagin áðrenn tiltakið er av.

Skósølan verður samskipað av Elisabeth, sum hevur tlf. nr. 580056

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar