Frælsur Ítróttur Føroya 29.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

World Harmony Run í Føroyum

Í hesum døgum eru seks rennarar frá felagsskapinum World Harmony Run í Føroyum. Tey ferðast kring føroysku skúlarnar, har tey siga frá teirra virksemi, sum er at virka fyri friði í heiminum. Hetta gera tey  við at renna við kyndlum kring allan heimin, og nú eisini millum bygda í Føroyum, har øll eru hjartaliga vælkomin at renna saman við teimum.

Tað er (partvíst) FÍF, sum er vertur fyri ferðalagnum, sum telur seks fólk. Tey koma úr Pólandi, Kekkia, Skotlandi og Íslandi, og eru partur av einum evropiskum toymi, sum ferðast kring londini við hesi kyndlarenningini fyri friði. Teirra tíðarætlan skeiklaðist nakað orsakað av ringa veðrinum mánadagin, tá tey endaðu í Haugesund. Tey komu tí til landið ein dag seinkað, men longu mikumorguni kl. 8.30 vóru tey í Velbastaðar skúla, har tey runnu við øllum børnunum har. Í gjár vóru tey eisini í Eysturskúlanum .


Altjóða felagsskapurin World Harmony Run er í Føroyum í hesum døgum.

Í dag hava tey so verið í skúlanum á Skála, í Glyvra skúla, Skúlanum við Løkin, skúlanum á Toftum og í Gøtu skúla. Restin av skránni hjá teimum sær soleiðis út:

Fríggjadagin 7. september:

  • kl. 9.00 – WHR fundur í Fuglafjarðar skúla
  • kl. 9.45 – Renna til Leirvíkar (frá tunnilsmunnanum í Leirvík til Skúlan (1 km)
  • kl. 10.00 – WHR fundur í Leirvíkar skúla
  • kl. 11.15 – WHR fundur í Ósáskúlanum avlýstur
  • kl. 11.00 – Renna úr Klaksvík til Norðdepils – øll kunnu renna við! (BROYTT)
  • kl. 11.45 – WHR fundur í skúlanum á Fossánesi

Leygardagin verður ætlandi runnið í Sandoynni

Sunnudagin 9. september

  • kl. 9.00 – Renna Tórshavn – Leynar – øll kunnu renna við!
  • kl 12.00 – Renna Leynar – Vestmanna – øll kunnu renna við!
  • kl. 14.20 – Renna Vágatunnilin (rundkoyringin) – Sandavágur – øll kunnu renna við!
  • kl. 15.30 – Renna Sandavágur – Miðvágur – øll kunnu renna við!
  • kl. 16.15 – Renna Miðvágur – Sørvágur – øll kunnu renna við!


Í morgun vóru tey gestir í Góðan Morgun Føroyar. Hoyrið sendingina her: http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2012/09/06/tey-renna-fridin-til-bornini

Ferðalagið fer aftur til Íslands mánadagin.

Lesið meira um felagsskapin á: www.worldharmonyrun.org

 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar